Í miðdepli stendur ein persónur, sum hevur mist alt og velur at taka alt aftur. Bókin setur spurningin: “Er tað rætt at hevna seg?”
Søgan gongur fyri seg umborð á einum íspunnum frystitrolara í Sørvági og í Havn. Men alt er íspunnið og hevur einki tilknýti til veruligar hendingar ella persónar.
Bókin verður lýst sum ein myrk og psykologisk søga við sterkum evni um happing og hevnd.
Hevnd er fyrsti partur í eini triologi, og næsti partur er longu á veg. Bókin er bæði rá og rørandi.