Lærupláss í Rit og Rák
Vit leita eftir einum starvsfelaga at gerast partur av okkara gerandisdegi millum bøkur, skrivstovuvøru og spøl. Vit bjóða eitt fjølbroytt starv, har tú kemur at avgreiða kundar, pakka bøkur og vørur út, hava ábyrgd av tínum egna øki í handlinum og taka lut í øllum hinum handilsuppgávunum, so sum dekoratión, Instagram og Facebook uppsløgum, tiltøkum o.ø
Tú hevur antin FHS ella miðnámsprógv. Kanska hevur tú arbeitt í handli í frítíðini. Tú ert ein góður starvsfelagi við løttum sinni. Tú hevur áræði og ert fleksibul. Og tað besta er, at tú tráar eftir at menna teg í okkara bókhandli. Tú mást duga at samskifta á føroyskum og á donskum.
Vit bjóða tær:
Ein hugaligan og fjølbroyttan gerandisdag, har títt avrik ger mun
Góðir yrkismøguleikar
Fittar og hugagóðar starvsfelagar
Egið ábyrgdarøki í handlinum
Góðar arbeiðstíðir við vikuskiftisskipan og fleksibiliteti
Tú fært:
Eitt stuttligt arbeiðspláss, her allir dagar eru fjølbroyttir
Høvi at læra av tínum dugnaligu starvsfeløgum
Serkunnleika í vøru, sølu og tænastu
Møguleika at menna og royna skapandi hugskot
Eina útbúgving, sum mennir tína ábyrgdarkenslu saman við kveikjandi og stoltum
arbeiðsfeløgum
Eitt gott støði at byggja víðari á, um tú droymir um at gerast handilsleiðari ella reka egið virki
Vil tú vita meira kast tú ringja til Rakul á telefon 256444. Umsókn skal sendast til [email protected]
Umsóknarfreist: 1. juli 2026