Ein ung genta verður funnin deyð, flótandi á einum lítlum vatni í Djúpadali. Hon er nakin og pakkað inn í plast. Onkur, sum kendi hana, hevur dripið hana.
Soleiðis byrjar nýggja ungdómsbókarøðin 3VINKONUR. So verður tíðin skrúvað tríggjar vikur aftur, og vit fáa forsøguna til morðið at vita, dag undan degi. Bara eitt er vist – tann dripna er ein av teimum fýra høvuðspersónunum, ið eru: Vilborg, Nora, Trina og Benadikta. Men hvør teirra er tað? Og hví?