Nora rýmir frá manninum, tá ið hon hevur funnið út av, at hann var ikki
tann maður, hon helt hann vera. Hennara partur í hjúnalagnum var at vera dukka,
og heimið var eitt dukkuheim.
Av kærleika til mannin falsar hon eitt skjal. Tað verður avdúkað, og
maðurin hóttir við at blaka hana út, men kann illa, tí tað kann skaða hansara
egna umdømi.
Tá ið hann seinni biður um sátt, er ov seint. Hennara vónir og
fyrigyklingar um hjúnalagið eru knústar, og hon ger av at rýma frá manni og
børnum, rýma úr dukkuheiminum og fáa greiðu á sínum egna lívi.
Í viktorianska heiminum var hetta so stór gøla, at fleiri pallar bannaðu
leikin, tí hjúnalagið var støðið undir øllum samfelagnum.
Eitt dukkuheim varð skrivað í 1879