Hann vildi fáa greiðu á, hvat ið veruliga fór fram millum hesar báðar mótstøðumenn. Hetta mál lá júst innan fyri granskingarøki hansara, og tilfarið treyt ikki.
„Tá ið eg havi nevnt hesa frásøgn um lívið hjá einum einstøkum manni eina tíðarmynd, er tað tí, at nýggjar upplýsingar verða lagdar fram í ljós um navnframastu persónar tá á døgum. Men mest tí tilfarið varpar ljós á samfelagsviðurskifti, rættarstøðuna hjá fólki og dómsmál.“