Maðurin við topphúgvuni er søgan um ein trukkførara úr Runavík, ið droymdi um eina tilveru sum yrkisspælari. Hann kom sum eitt skot inn á altjóða fótbóltspallin í 1990, tá føroysku amatørarnir skakaðu alt Evropa við at vinna 1-0 á Eysturríki. Við eitt var óvanliga stórur áhugi fyri manninum, sum spældi fótbólt í sjáldsomu topphúgvuni. Tíðindamenn í hópatali vitjaðu føroysku oyggjarnar, og útlendsk fótbóltsfeløg sýndu honum áhuga.
Henda bókin er um endaleysa stríðið hjá einum føroyskum fótbóltsspælara at sleppa ígjøgnum nálareygað. Jens Martin Knudsen spældi í bestu føroysku kappingini í 1985, tá Føroyar stóðu fullkomiliga á berum. Føroyskur fótbóltur hevði tá ongan graslíkisvøll, kappingin var illa fyriskipað og flestu spælararnir vóru tjúkkir og ófantaligir.Við manninum í topphúgvuni millum stengurnar vunnu Føroyar sær virðing í Evropa.
Í 2007, tá hann takkaði fyri seg eftir drúgva tænastu, vóru vit so mikið framkomin, at eingin av hinum pinkutjóðunum stóðu føroyingunum kurl. Jens Martin Knudsen var við allan vegin – frá grúsvøllunum í 1985 til skipaða pengafótbóltin í 2007.