Hetta er einasta ljóðið í himni og á jørð.
– Ljóðið kemur frá einum vatnkrana, sum ikki er rættiliga fyrisnaraður.
Einsamallur og einsligur er tann dryppandi vatnkranin í verðini.
Minnismyndirnar eru skipaðar í eini 70 brot, sum
annaðhvørt frásøgumaðurin sum gamal ella frásøgumaðurin sum barn sigur
okkum.
Inn ímillum dregur gamli frásøgumaðurin okkum upp úr barnaárunum og inn í núið. Har verða virði mett og sett upp ímóti tí, ið farið er, áðrenn aftur verður kavað niður í farna tíð, og nýggj brot verða manað fram.
Hann argast um, at hann nú myndaliga talað er staddur við heimsins enda og bara kann hyggja aftur á eitt lív, sum unglingar nú valla ígjøgnum, meðan hann situr í aldurdómsins fongsli. Men tað er eisini eitt makaleyst lív, hann hyggur aftur á.