Í einum sólstóli á afturdekkinum situr íslendska skaldið og
ævintýramaðurin Benedikt Einarsson og tekst við at doyggja av einum ovurskamti
av morfini. Nú er tann lötan komin í lívi hansara, tá ið fortíðin hevnir seg
aftur. Gjögnum dvínandi tilvit skaldsins kraklast minnini í dreymkendum brotum.
Minni um eitt lív, livað í streymkvarðanum millum tvær aldir, ta nítjandu og
ta tjúgundu. Eitt lív halgað skaldskapi og hugsjónini um at lyfta eina
tilafturskomna tjóð upp úr armóð og framtaksloysi.
Men lívið hjá Benedikti Einarssyni er hinvegin eisini eitt
lív, sum frá byrjan, ja, frá sjálvum gitnaðinum, er merkt av sviki og einum
úrveljandi blindleika fyri tí, sum rembist og so at siga er viljin í samtíðini.
So við og við fáa svikini og blindleikin alsamt daprari avleiðingar og ikki
síðst, tá ið træðrir teirra flökjast inni í ætlanir hjá týðandi nasistum.
---
Les brot úr bókini her
---
Carl Jóhan var gestur í Summarmorgni 13.08.2014. Hoyr samrøðuna her
---