Í sambandi við ættarstríð verður
Gunnar dømdur útlagin at vera og skal úr Íslandi.
Sum hann ríður av garði, lítur
hann seg aftur um bak og ger av at verða verandi, tí hann fær seg ikki at fara
úr hesum hugtakandi landinum, sum stendur honum so nær.
Ikki líður long tíð, so verður
Gunnar dripin.
Nøkur ár eftir hetta verður Njál
brendur til deyða inni í sínum egnu húsum. Teir eru báðir læstir í ringrásini
við æru, drápi og hevnd.
Søgan viðger blóðhevnd, kravið um
heiðursuppreisn, og hvussu hetta krav elvir til at megnarmenn verða høpisleyst
týndir.