Hevði Darwin rætt?
Kann politikkur byggja á trúgv?
Kann kristindómurin vera skaðiligur?
Bókin gevur lesaranum innlit í teir stríðsspurningar, sum eyðkenna kjakið um átrúnað og lívsáskoðan – hesa ferð við føroyskum høvundum. Og hon vísir, at ósemjurnar um lívsins stóru spurningar eisini finnast í Føroyum. Bókin byggir á ráðstevnuna „Er Gud deyður?,“ sum var í Norðurlandahúsinum á sumri í 2011.