Fløga við øllum hesum vøkru sangunum er inni í bókini. Tríggir teirra, ið hava lagt fagrar og sjónskar slóðir eftir seg seinastu hálvu øldina, savnast sum fullbúnir og vísir listamenn í hesum verki. Allir tríggir eru teir lærarar. Hvør á sín hátt tala teir til barnið við orðum, myndum og tónum. Ikki minst til barnið, tey vaksnu hava við sær sum førning í hjartakistlinum alt lívið.