Nú er hon her, myndprýdda útgávan av fjórðu bókini í røðini um heimsins kendasta gandakall - Harry Potter og eldbikarið.
Við makaleysum listarligum dugnaskapi gandar listamaðurin, Jim Kay, fram hugtakandi hendingar og yndispersónar: Illoygda Moody, Viktor Krum, Ritu Skeeter og fleiri onnur, ímeðan Beauxbatons, Durmstrang og Hogwarts stríðast fyri at vinna trígandasteypið í hesari einastandandi myndprýddu útgávuni av fjórðu bókini í sera væl umtóktu bókarøðini eftir J. K. Rowling.
Í somu løtu sum Myrkursins tekin brennur í luftini uppi yvir verðinsmeistaraskapinum í Quidditch, fer vandi at elta Harry Potter. Eldbikarið hevur valt hann at umboða Hogwarts í navnframu trígandakappingini. Harry verður royndur í gandi og dirvi longu í fyrstu kapping, har hann skal berjast við ungarska hornahalan. Ein roynd, sum hevði verið ein avbjóðing sjálvt fyri tað størsta og mest roynda gandafólkið. Men fyri Harry er kappingin bara byrjanin á einari nógv álvarsamari styrkisroynd. Í tokukenda ljósinum á Little Hangleton, har forfedrarnir hjá Tom Riddle liggja grivnir, er svartagandurin við at menna seg …