Leikurin kann væl verða nevndur samtíðarleikur; ið hvussu so er lýsir hann væl huglagið hesi døpru árini um 1930, tá ið búskapurin raplaði, bátsvanlukkur ikki vóru óvanligar, og feigdarboð ofta bórust av íslandsmiðum, har føroyskar sluppir, oftast gomul før, royndu heilt frá seinast í februar og út í oktobur mánað.