Í sjey ár hevur Sjúrður Skaale umboðað Føroyar á Fólkatingi, har hansara talur hava fingið góða umrøðu og givið afturljóð. Sjúrður hevur hesa tíðina eisini hilðið nógvar røður á fólkafundum og hátíðarhaldum kring landið. Og so hevur hann skrivað greinar um bæði almenn og heilt persónlig viðurskifti.
Hetta er eitt úrval av hesum tilfari. Lesarin fær eisini livandi innlit í bakstøðið fyri hvørjum einstøkum teksti.
Men fyrst hugleiðir Sjúrður við støði í egnum royndum um tað at stremba eftir politiskum valdi, og um hvat tað kann gera við fólk, tá tey fáa tað.
Her er okkurt at smílast at. Okkurt at ilskast um. Og okkurt kanska okkurt at læra.