Við Sponsku-Føroysku skúlaorðabókini verður lættari, skjótari og stuttligari at læra spanskt.
Sponsk-føroysk skúlaorðabók er ein frekvensorðabók við teimun mest nýttu orðunum í spanska málinum. Um tú lærir teg øll orðini í henni, skilur tú meir enn 95 % av øllum miðaltorførum sponskum tekstum og samrøðum.
Bókin er býtt upp í evni, so lættari er at læra orðini í einari meinigsfullari heild, eins og dømissetningar seta leitiorðini í ein samanhang, so at tú minnist tey betur.
Hvørt kapittul byrjar við einari mynd eftir Janus Guttesen, sum lýsir innihaldið í kapitlinum. Myndirnar samantvinna føroyska og spansktalandi mentan á ein forkunnugan hátt.
Eisini finnur tú upplýsingar um týðandi tættir í spanskari mállæru, um spanska og latínamerikanska mentan og hjálp til trupul ella forvitnislig viðurskifti millum spanskt og føroyskt.