Orðabókin er í trimum pørtum: 1. Ein enskur-føroyskur orðalisti. 2. Ein partur um hugtøk og nøvn á ávísum evnum og lutum. Nevnast kann t.d. orð í samband við sjógv, ítrótt, føðingardag, kroppin, køkin, skúla, tíð. Umframt dømi um sagnorð, fyrisetingar og annað mangt. 3. Ein partur er føroyskur- enskur orðalisti. Í orðabókini eru fleiri enn 2600 leitorð, og hon er prýdd við stuttligum tekningum eftir kenda teknaran Jon Ranheimsæter. Bókin er innbundin, er 187 bls., umframt at avritsørk eru í bókini til at spæla sær við orðum. Mín fyrsta reyða orðabók er ein góð og stuttlig hjálp hjá bæði stórum og smáum, tá ið farast skal undir at læra enskt á fyrsta sinni!