Hetta er nevnliga ein týðing av tí bók, sum skiparafelagið gav út í 1939 á donskum fyri at greiða dønum frá hvussu illa donsku myndugleikarnir fóru við føroysku sjómonnunum í Grønlandi.Bókin hevði helst vakt ans í Danmørk eins og hon gjørdi tað í Føroyum, um so var, at danir vóru slopnir at lesa hana, men tað sluppu teir ikki. Donsku bókabúðirnar sýttu fyri at selja bókina. Lítið batti, at bókin beinanvegin varð týdd til íslendskt og kom út har sama ár, í 1939.