S/S Oyrnafjall
(Bók)
Heðin Samuelsen
Søgan um Løgtingsskipið S/S Oyrnafjall er áhugaverd bók, sum sigur frá einum týdningarmiklum parti av føroysku farmasøguni, ið ongantíð áður er lýstur, nevniliga siglingina á verðinshøvunum í sonevndum fríum farti. Bókin gevur eitt forkunnugt og sjálsamt innlit í søguna um farmaskipið S/S Oyrnafjall, sum Føroya Løgting átti og rak í 40-50’unum.
Skipið var í sigling úti í heimi stóran part av tíðini, og einastu samskiftismøguleikar, sum funnust tá í tíðini vóru brøv og fjarrit, sum send vórðu millum skipið og reiðaríið í Havn. Alt hetta er varðveitt á Landsskjalasavninum. Eisini finst nógv politiskt tilfar m.a. blaðgreinar um hesa risa íløgu, sum løgtingið í 1947 gjørdi í S/S Oyrnafjall. Hetta er alt tilfar, sum er við til at varpa ljós á hetta søguliga tíðarskeið, sum verður lýst í bókini um S/S Oyrnafjall.