Hvar á skipinum hjá Nóa krógva báðir nashyrningarnir seg? Hvussu nógvar flugur finnur tú í Egyptalandi? Og klárar tú at finna ta hvítu dúgvuna,ið krógvar seg á hvørjari opnu? Í Meldurbíbliuni kanst tú fara á rannsókn í átta myndprýddum bíbliusøgum. Søgurnar eru stuttar, og tað er upp til tín at loysa uppgávurnar.