Søgan um Egil Skalla-Grímsson er um tað
ótamda í mannasálini, ið lagar og bendir seg, tá ið tað rennur seg á mark.
Lagnan setur Egili mark, tá ið hann sum skipbrotin má kvøða seg frá deyðanum við at bera fram fagnaðarkvæði fyri argasta fígginda sínum. Tað er tann eirindaleysi, ið verður eirdur og verður eyðmjúkari.
Tað er almátturin í náttúruni, ið setir Egili mark, tá ið sonurin doyr, og Egil eins og søkkandi skúta kemur aftur á rættkjøl sum menniskja gjøgnum skaldskapin.
Síðst í søguni verður gamli maðurin settur andlit til andlits við sjálvt tilverumarkið – ellina og ósvitaliga deyðan. Reystmennið og úrmælingurin, ið kennir lívsmáttin fjara úr sær.