Fáur maður í nøkrum landi man hava ávirkað samtíð sína so nógv í landi sínum sum Jóannes bóndi Patursson í Kirkjubø.Eingin kann skilja innihaldið í stórum pørtum av nýggjaru søgu Føroya uttan at vita nakað um hann. Í hesi bók verður gjørd ein roynd at lýsa fyri yngri ættarliðum persónin og persónleikan Jóannes Patursson.Denturin verður lagdur á tann politiska partin av æviskeiði Jóannesar bónda ein byrjan til eina politiska ævisøgu.