Finska Salla Simukka hevur gjørt hol í sjógv og fingið bók sína týdda til 48 mál. Nú er fyrsta bók í tríverkinum um Snjóhvítu komin á føroyskum. Tað er bókin So reyð sum blóð eftir Salla Simukka. Í bókini er Lumikki Andersson høvuðspersónur. Hon er 17 ára gomul, hon er sterk, fræls og ógvuliga einsamøll. Helst tí at hon vil hava tað soleiðis: hon lítir ikki á nakað menniskja. Men ein dag vendist alt á. Hon kemur fram á pengaseðlar, sum hanga blóðdálkaðir á einum snóri í einum myrkakamari í skúlanum. So fer søgan á rull, og Lumikki verður móti sínum vilja drigin inn í finsku undirverðina; nú er hon ikki longur eygleiðari, men beinleiðis skotskiva. Hetta er ein skakandi spenningsrøð, sum vit viðmæla øllum at lesa.