VØLUNDARHÚS - NÍGGJUNDA KRIMISØGAN UM HANNIS MARTINSSON Ein eldri kvinna, sum býr í eini íbúð undir kongavarða, sigur seg hava hoyrt, at maðurin í granníbúðini er blivin dripin. Advokatvirkið, sum eigur íbúðina, sigur, at eingin hevur búð í henni tað seinasta árið. Kvinnan stendur uppá, at hon kendi mannin væl, og at hann nú er horvin. Hannis Martinsson fer at kanna málið. Hannis arbeiðir á Blaðnum og hevur í seinastuni einahelst skrivað um Sea Shepherd og teirra atsóknir í Føroyum. Hann og Duruta búgva enn hvør sær, tí Duruta hevur ikki álit á honum. Hon heldur, at Hannis er ov váttligur og kanska eisini hevur hug á øðrum konufólki sum tí tølandi Karini Dapurklett. Í Vágsbotni liggur ein stórur stuttleikabátur við flaggi frá Cayman Islands og týskarum umborð. Hvat hesir hava í kvittanum, roynir Hannis Martinsson at finna fram til, og um tað hevur nakað við loyndarmálið undir Kongavarða at skaffa.