Robert Joensen gav sær stundir at skriva alt hetta tilfarið niður, og tað var í tøkum tíma, at hann skrásetti prátingarlagið og arbeiðslagið og mentanina. Nú bera vit boðini longur fram við einari bók, ið hóskar okkara tíð, og sum vísir, hvussu tað farna hevur funnið sær nýggjar røkur í nútíðini.